Job Opportunities API

The Public Ledger of Openings

← Back to the ledger

Produkteigari til FarPay

talentumpartners-1750142895
Companytalentumpartners-1750142895
CategoryProduct
Location
Remote
EmploymentNot stated
LevelNot stated
SalaryNot stated by the employer
Posted18 Jun 2026
Last verified9 Aug 2026
SourceEmployer ATS (teamtailor)
Applications are handled by the employer, not by us.Apply on the employer's site →
Description
Kundi tú hugsað tær at verið við til at mynda framtíðina fyri gjalds- og innkrevjingarloysnir í eini skjótt vaksandi altjóða FinTech SaaS fyritøku? FarPay mennir skipanir, ið automatisera og optimera gjalds- og innkrevjingarmannagongdir hjá fyritøkum. Loysnirnar betra um gjaldførið, umframt at varðveita kundar og skapa eina betri kundauppliving. FarPay sóknast nú eftir einum sterkum produkteigara, sum torir at taka operationella og strategiska ábyrgd, fyri at tryggja rættar loysnir – heldur enn bara nýggjar funkur. Starvsstaðurin kann antin vera í Keypmannahavn ella í Tórshavn. Starvi ð Sum produkteigari hjá FarPay hevur tú meira enn bara ábyrgd fyri einum backlog – tú virkar sum ”stjóri”. Tú verður meginbindiliðið millum virkisætlan, kundatørv og menningartoymið, og fært ein lyklaleiklut í arbeiðnum at ganda innlit til virðisskapandi loysnir fyri kundan. Tú fert at vera í tøttum samstarvi við tøknitoymið og kundatænastuna, sum tekur sær av onboarding av nýggjum kundum, kundatænastu, verkætlanum og kravfestingum. Tú vísir til menningar- og tøknileiðaran, Che Schneider, sum hevur starvsstað í Hollandi. Tíni ábyrgdarøki · At allýsa og reka visiónina og ætlanina fyri loysnirnar. · At hava ábyrgd av og víðarimenna roadmap uppá styttri og longri sikt við handilsvirði og ROI í miðdeplinum. · At ítøkiliggera roadmap og strategisk mál til raðfestan backlog, soleiðis at uppgávur altíð eru klárar til eina sprinttilgongd. · At gera og samskifta týðiligar arbeiðsgongdir og brúkarasøgur, soleiðis at menningartoymið skilir bæði ”hvat” og ”hvussu”. · At tryggja munadygga og virðisskapandi avhending av sprinttilgongdum, herundir eisini smærri leypandi ticket uppgávum. · At tryggja leypandi og týðiligt samskifti um produktbroytingar til bæði innan- og uttanhýsis áhugapartar. · Verkætlanarleiðsla tvørtur um tiltøk og áhugamál. · At hjálpa til við sleppingum, handfara feilmeldingar og skjalfesting. · At vera virkin og luttaka á eftirmetingarfundum, har dentur verður lagdur á leypandi betringar og at fagna góðu úrslitunum. · At luttaka á útvaldum kundafundum, fyri at finna fram til tørvin hjá kundanum og afturmeldingar frá kundunum. · At tryggja skjalfestan í sambandi við avgerðir, og fylgja upp uppá avtalur. · Tætt samstarv við sølu og kundatænastu fyri at savna saman afturboðanir frá kundum og frá marknaðinum. Hvør ert tú? FarPay sóknast eftir einum starvsfólki, sum fær virksemið, tørvin hjá kundanum og tøkni at ganga upp í eina hægri eind – og sum trívist í einum fjølbroyttum umhvørvi við fleiri ymiskum áhugapørtum. Tú hevur framúr tøkniliga fatan og nógv ambo ð innan øki ð · Prógv uppá royndir við at arbeiða tætt saman vid menningartoymum í einum smidligum umhvørvi · Góða fatan innan SaaS, API, samskipan, cloudbornum nýtsluforritum og mannagongdum viðvíkjandi avhending av forriti · Royndir við amboðum innan produktleiðslu, backlog fyrisiting og samstarvi, so sum Jira, Confluence og Productboard · Evni til at nýta dátur, greining, afturboðanir frá kundum og handilslig KPI til at taka væl grundaðar produktavgerðir Tú hevur sterka strategiska fatan fyri handilsvirksemi · Tú leggur dent á virði heldur enn funkur · Tú skilir marknaðarkreftir, kapping og handilsligar lyklafaktorar · Tú himprast ikki við at taka tungar avgerðir og at siga nei, tá tað er neyðugt Tú ert sterk/ur innan samskifti · Tú dugir at gera tað fløkjasliga einfalt · Tú dugir væl at taka atlit til allar áhugapartar og at seta felags kós · Tú dugir at nýta ”storytelling” til at skapa áhuga og fatan Tú ert brúkara- og dátadrivin · Tú skilir tørvin og avbjóðingarnar hjá brúkarunum · Tú teku